Fakta: Soleiðis velja tey í Spania í dag

Konservativi flokkurin hjá Mariano Rajoy stendur til at fáa stóra afturgongd á valinum dag.

 

Tjóðartingsval er í Spania í dag – og har er bannað at almannakunngera veljarakanningar stutt undan valinum. Seinastu kanningarnar vórðu almannakunngjørdar mánadagin. Og tær fimm kanningar vístu:

 

• At konservativi stjórnarflokkurin missir meirilutan. Kanningar geva flokkinum millum 25,3 og 29,9 prosent av atkvøðunum

 

• At andstøðuflokkurin, Sosialistarnir, fáa millum 18,9 og 22 prosent.

 

• at miðflokkurin Ciudadanos fer at fáa millum 18,1 og 19,6 prosent.

 

• at víðgongdi vinstraflokkurin Podemos fer at fáa millum 17 og 19,1 prosent av atkvøðunum.

 

Men seinastu kanningarnar vísa eisini, at ein stórur partur av sponsku veljarunum enn ikki hava gjørt av, hvønn tey fara at velja, skrivar Reuters.