Fakta: Innara virði

Innara virði vísir bókaða virði fyri hvørjar 100 krónur í partapeningi. Innara virði endurspeglar soleiðis bókaða eginpeningin í fyritøkuni, sum talan er um.

Søluvirði:
Søluvirði er tað, sum kann fáast við at selja partabrævið í fríum handli. Í mun til innara virði kann í ávísum førum vera trupult at áseta neyvt søluvirði, um eingin handil fer fram. Men er partabrævið skrásett á keypsskála, er kursurin neyvt tað, sum fæst við at selja partabrævið í fríum handli.

Útsettur skattur
Útsettur skattur er ein skattabyrða, sum framkemur, tí virðir í einum felag ikki verða uppgjørd á sama hátt roknskaparliga og skattliga. Soleiðis er talan um skatt, sum fellur til gjaldingar fyrr ella seinni, men sum í roknskapinum er “útsettur”. Er talan um negativa útsetta skattabyrðu, skal hendan bert ognarførast, um tað reelt kann roknast við, at felagið seinni fær ágóða av hesum. Við øðrum orðum, at felagið væntandi kemur at hava yvirskot, soleiðis at ein negativur skattaágóði kann gagnnýtast.

Goodwill
Goodwill er úttrykk fyri meirvirðinum í eini fyritøku í mun til tað, sum bókaðu virðini vísa, og framkemur ofta, tá partabrøv verða keypt fyri meira enn innara virði. Roknskaparliga verður goodwill avskrivað yvir ávíst áramál, men fortreytin fyri hesum er, at aktivini, sum goodwill stavar frá, kasta meira av sær enn avskrivingar, ið verða framdar. Er hetta ikki støðan, eigur at kannast, um neyðugt er at niðurskriva virðið á goodwill.