Tað er ikki hald í ákærunum hjá Russlandi um, at ukrainar hótta við at brúka eitt serligt slag av bumbum – eina sonevnda skitna bumbu.
Soleiðis er samsvarandi svarið frá bæði Nato, Urkaina og USA.
Uppáhaldið setti russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, fram í gjár í eini samrøðu við verjumálaráðharrarnar hjá Frankaríki, Bretlandi og Turkalandi.
Her eitt sindur um, hvat ein skitin bumba er:
* Ein skitin bumba er grundað á vanligt spreingievni, men kann samstundis vera radioaktiv, biologisk ella kemisk.
* Tað krevur serliga tøkni at menna eina skitna bumbu.
* Ein skitin bumba er nógv minni oyðandi enn til dømis ein kjarnorkubumba ella eina brintbumba. Endamálið er ofta heldur at skapa fjáltur heldur enn deyða og oyðing.
* Bara persóna, sum eru nærindis har bumban brestir, vera fyri stráling, ið er skaðilig.
* Eingin hevur enn brostið eina skita bumbu. Tað er tó mistanki um, at fleiri víðgongd hava roynt at byggja eina.
* Hildið verður, at gerningsmenninir handa álop óti floghavn og metrostøð í Brússel í mars 2016 royndu at byggja eina.
Kilde: AFP.