Fakta: Hetta er ólógligt at luta á netinum

Her er eitt yvirlit yvir, hvar mørkini á lógini ganga, tá ið umræður at luta tilfar á netinum.

Í einari stórari sak um barnaporno í Danmark, væntar løgreglan at skuldseta fleiri enn 1000 ungdómar kring alt landið. Tað skrivar Ritzau í dag. Hesi 1000 ungu verða sostatt skuldsett í næstum fyri at hava lutað seksuelt niðrandi kykmyndir og myndir umvegis Messanger. Løgreglan í Danmark hevur doypt málið fyri Umbrella-málið, tí tað rakar kring alt landið. Tá ið tey ungu á myndunum og kykmyndunum eru undir 18 ár, so er talan sambært løgregluni um barnaporno.

 

 

Her er tað, sum er lógligt og ólógligt, tá ið umræður at luta á netinum.


 

 

Yvir 18 ár:

- Yvirskipað er tað ólógligt at luta naknar myndir av kykmyndir av øðrum fólki, uttan so at tey geva samtykki. Men er persónurin yvir 18 ár og hevur givið sítt samtykki, til dømis viðvíkjandi eina nakna mynd, so er tað ikki ólógligt.

 

 

 

 

Undir 18 ár:

- Um ein persónur er undir 18 ár, er tað altíð ólógligt at luta seksuelt innihald. Eisini hóast persónurin sjálvur hevur givið samtykki, so er tað kortini ólógligt.

 

 

 

 

Í einum parlagi:

- Tað er ikki ólógligt hjá ungum, sum eru millum 15 og 18 ár og til dømis eru par, at luta seksuellar myndir ella kykmyndir millum sín. Men tað er ólógligt, um tey luta tað til onnur at síggja.


 


Revsilógin:

- Tað er revsivert at luta seksuelt innihald uttan samtykki, og tað eru fleiri støð í revsilógini, har tøknilig niðran og til dømis lutan av naknum myndum, kunnu revsast eftir.

 

 

 

 

Í danska málinum, sum umfatar yvir 1000 fólk, so verða tey skuldsett eftir grein 235 í revsilógini, sum snýr seg um útluting av barnaporno. Um ein sendir naknar myndir av einum undir 18 ár, og myndin er pornografisk, so verður ein revsaður eftir hesari greinini í lógini. Revsingin er bót ella fongsul upp til tvey ár. Um talan er um serliga tyngjandi umstøður, so kann revsingin leingjast til seks ára fongsul.

/Ritzau/