FAKTA: Hesi lond eru fremst við koppseting

Danmark (saman við Føroyum og Grønlandi) er á sætta plássi, tá tað snýr seg um, hvussu skjótt tað gongur at koppseta fólk. Síggið listan niðanfyri.

Stórur munur er á, hvussu skjótt tað gongur við at koppseta í ymsu londunum.

Ísrael er klárt á odda, og har verður roknað við at tey í mars hava koppsett allar vaksnar íbúgvar í lnadinum. Í ES er tað Danmark, sum er fremst.

Her er eitt yvirlit yvir, hvussu stórur partur av fólkinum hevur fingið fyrsta prikið í teimum londum, sum hava havt mestu feðrina á koppsetingini.

Gevið gætur, at ymiskt er, nær ymsu londini seinast hava almannakunngjørt tølini.

1. Ísrael: 28,03 prosent (18. januar).

2. Sameindu Arabisku Emiratini: 19,04 prosent (17. januar).

3. Bahrain: 8,32 prosent (17. januar).

4. Bretland: 6,34 prosent (16. januar).

5. USA: 3,71 prosent (15. januar).

6. Danmark: 2,91 prosent (18. januar).

7. Malta: 2,15 prosent (15. januar).

8. Slovenia: 1,99 prosent (16. januar).

9. Italia: 1,91 prosent (17. januar).

10. Litava: 1,78 prosent (17. januar).

Kelda: Our World in Data og Statens Serum Institut (SSI).

/ritzau/