Fakta fram á borðið

60% av øllum sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum hava umhugsað at søkja annað starv, og forkvinnan í felagnum fyri føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar sigur, at tey við kanningini ynskja at fáa fakta fram á borðið


 
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur latið eina trivnaðarkanning gjørt, og mikudagin verður úrslitið kunngjørt í Miðlahúsinum í Havn. Men longu nú hevur almenningurin fingið innlit í ein lítlan part av kanningini, sum millum annað sigur, at 60% av øllum sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum hava umhugsað at søkja annað starv.
– Hatta er bert ein strofa úr allari kanningini, staðfestir Jana H. Dalsgaard, sum eisini sigur seg kenna til eina misnøgd millum fleiri av sjúkrarøktarfrøðingunum.
Hon greiðir frá, at ætlanin á ongan hátt er nýggj, men longu var í umbúna fyri fleiri árum síðani.
– Vit avgjørdu í 2001, at ein kanning skuldi gerast, men hetta hvarv í øllum arbeiðinum við útbúgvingini. Men í ár tóku vit so avgerð um, at nú mátti hetta gerast. Nú vilja vit hava fakta fram á borðið, sigur Jana H. Dalsgaard.
 
60 % umhugsað at skift starv
Hesi eftirlýstu fakta koma eisini í ljósmála mikudagin í Miðlahúsinum. Men longu nú er greitt, at 60% av øllum sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum hava hugsað um at skifta starv. Jana H. Dalsgaard heldur, orsøkirnar til hetta eru nógvar. Sparingar, samanleggingar, trýst og strongd eiga sín stóra part, og so eisini lønin, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki halda samsvara við ta ábyrgd og arbeiðsnøgd, sum hesir virka undir.
– Ja, tað verður spennandi, tá kanningin verður kunngjørd. Tað einasta vit hava vitað við vissu undan kanningini, er, at lønin samsvarar ikki við arbeiðsbyrðuna, sigur forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Spurd um, hvat hon grundar hetta uppáhald á, svarar Jana H. Dalsgaard avgjørd, at hetta sæst við at samanbera sjúkrarøktarfrøðingarnar við aðrar fakbólkar.
 
Fyrsta kanningin
Kanningin, sum Granskingardepilin fyri Økismenning hevur gjørt, er tann fyrsta av sínum slag, sum er gjørd á økinum. Spurningurin er so, hvat Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fær brúkt kanningina til?
– Endamálið er finna út av hvar vit eru. Er tað soleiðis sum vit halda, ella eru tingini øðrvísi. Kanningina fáa vit eisini samborið við útlendskar kanningar. Har eru heilt víst nøkur rák, sum minna um hvørt annað, men eg fái sjálvandi ikki sagt meiri enn tað. Kortini kann eg siga so mikið sum, at talið av sjúkrarøktarfrøðingum aðrastaðni, sum hava hugsað um at skift starv, ikki er líka høgt sum í Føroyum, staðfestir Jana H. Dalsgaard.
– Vit klára ikki at renna skjótari enn eitt vist, og eg vóni at kanningin kemur at senda eitt signal, sigur Jana H. Dalsgaard, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.