FAKTA: Fleiri fólk eru gjøgnum tíðirnar deyð undir filmsupptøkum

Filmfotografurin Halyna Hutchins doyði í gjár undir eini filmsupptøku. Tað er ikki fyrstu ferð, at slíkt hendir

 

Í gjár doyði filmsfotografurin Halyna Hutchins, eftir at hon varð rakt av skoti frá einum revolvara, sum var brúktur í eini filmsupptøku í USA.

Tað var kendi sjónleikarin Alec Baldwin, sum lat skotið av.

Lesið her um onnur dømi, tá fólk eru deyð undir upptøkum:

* í 1915 varð sjónleikarin Charles Chandler skotin í høvdið undir upptøkunum til filmin »The Captive«. Hann doyði, eftir at ein kúla var eftir í eini skambyrsu, sum hermenn skutu við ímóti eini hurð. Kúlurnar, sum hermenninir skutu við, vóru veruligar kúlur fyri at gera upptøkuna so veruliga, sum til ber.

 

##med2##

* Í 1982 misti sjónleikarin Vic Morrow høvdið, og tvey vietnamesisk børn doyðu, tá ein tyrla datt niður yvir tey eftir at vera rakt av fýrverki undir uppotøkunum til filmin »Twilight Zone: The Movie«.

* Í 1993 varð sjónleikarin Brandon Lee, sonur Bruce Lee, skotin til deyða undir upptøkunum til filmin »The Crow«. Kanningar vístu, at Lee doyði, tá ein annar sjónleikari, sum skeyt við eini skambyrsu, sum skuldi hava havt leyst krút, ístaðin hevði eina kúlu í kamarinum.

 

##med3##

 

* Í 2007 doyði stuntmaðurin Conway Wickliffe undir eini bilsenu í filminum »The Dark Knight«. Eisini sjónleikarin Heath Ledger, var við í sama filmi, doyði eftir upptøkurnar av eini yvirdosis.

Kelda: AFP

/ritzau/