Ein jarðskjálvti, sum er mettur at liggja á 7.3 á Richter stiganum, rakti í nátt nærhendis irakiska-iranska markinum. 164 fólk eru deyð, ljóða tíðindini í morgun, meðan 1600 fólk eru særd. Hesin jarðskjálvtin var so mikið ógvusligur, at hann gjørdi stóran skaða. Men korini er tað langt frá tann harðasti jarðskjálvtin, sum er máldur av amerikanska stovninum USGS.
Ritzau skrivar í morgun, um teir størstu jarðskjálvtarnir, sum USGS nakrantíð hevur mált.
1 – 9.5 á Richterstiganum. Hesin jarðskjálvtin rakti suður Kili 22. mai í 1960. 1655 fólk doyðu.
2 – 9.2 á Richterstiganum. Jarðskjálvtin rakti í Prince William Sound í Alaska, USA tann 28. mars í 1964. 131 fólk doyðu.
3 – 9.1 á Richterstiganum. Hesin jarðskjálvtin rakti í norður Sumatra í Indonesia tann 26. desember í 2004. Jarðskjálvtin setti gongd á eina tsunami. 227.898 fólk doyðu.
4 – 9.0 á Richterstiganum. Jarðskjálvtin rakti í norður Japan 11. mars í 2011. 15.891 fólk doyðu.
5 – 8.9 á Richterstiganum. Rakti Kamtjatka hálvoynna í Russlandi 4. november 1952. Yvir 10.000 fólk doyðu.
Keldur USGS / ritzau.