Dagarnar fyri seinasta kommunuval, kom Tjóveldisumboð við lyftið um at eitt skeið avtrat merkti at eitt nýtt ellisheim í Kollafirði skuldi gerast verðuleiki. Hetta í nov. 2016
Úrslitið av valinum vita vit.
Tíðliga í 2017 ger býráðssamgongan eina kommunuætlan. Eg havi víst á hesa ætlan, sum er sera viðkomandi. Ellisheim í Kollafirði avgerð man at seta 2 milliónir av í 2021 til staðseting og projektering. Sjálvt heimið skal langtíðarfíggjast, soleiðis at 10 milliónir skula setast av á hvørjum árið, 2022, 2023, 2024 og 2025. Tvs. 42 milliónir samlað. Ikki fyrrenn í 2025 skula kollfirðingar kunna vónað um eitt ellisheim. Hesa avgerð tekur býráðsmeiriutin tíðliga í 2017, hóast lyftið var eitt annað fáar mánaðir frammanundan. Í øðrum orðum útskjýtur býráðssamgongan lovaða nýggja heimið í 8 ár.
Hetta er FAKTA!
Mítt størsta hjartamál er júst hetta mál, um at fáa hetta í trygga legu beinavegin. At fáa eitt nútíðar hóskandi heim til bæði brúkstørvin og starvsfólk. Eg vil siga at hetta mál fyllir sera tungt í avgerðini at stilla upp.
Fleiri aftursvar hava verði til mína grein frá samgonguni. Lesarabrøv um at hetta skal framskundast eru í fleiri formum.
Í kvøld hósdagin 29 okt. verður seinasti býráðsfundur áðrenn val. Í miðlum hevur hetta mál verði lýst sum eitt hitt størsta á skrá til hendan fundin.
Eg kann upplýsa – hóast samgongan lovar og lovar, so er støðan hin sama ! Tey hava sett 2 milliónir av í 2021 og so vita vit hvat hendir víðari… Vit skula bíða til 2025, hóast óvissa er um tey koma til valdið aftur.
Tey lata enn einaferð ellisheimið upp til tilvildina.
Tí sigi eg enn einaferð.
Eg havi fingið staðfest í javnaðarflokkinum, at hetta skal gerast beinavegin. Sambera vit byggingina av barnagarðinum í Kollafirði, so tók hann minni enn 1 ár frá byrjan til enda. Hetta er útgangsstøði hjá okkum og fekk eg tað í yvirskipaða stevnuskránna – sum hitt einasta.
Eg eri ótolin av lyndið, tað er ikki altíð ein fyrimunur, men eg seti mær altíð eitt mál og gevist ikki fyrrenn tað er rokkið.
Góði veljari – Nýtt Ellisheim í Kollafirði liggur í tínum hondum 10 nov. – Set X við meg, so seta vit spakan í saman og fáa hetta liðugt!
Bergur Robert Dam Jensen
Valevnið hjá Javnaðarflokkinum til Tórshavnar Býráð