Fakta §3

Játtanin til Visit Faroe Islands umfatar í dag lógarsettar stuðulsjáttanir til lokalu kunningarstovurnar, NATA-samstarvið millum Føroyar, Ísland og Grønland og krónu-til- krónu stuðulsskipanina. Í ár eru hesar stuðulsjáttanirnar á til samans 2,5 milliónir krónur, harav 1,5 milliónir krónur eru til kunningarstovurnar.

Men hetta verður broytt sambært uppskotinum hjá Johan Dahl um at skipa Visit Faroe Islands sum alment partafelag. Undir yvirskriftini Økisferðavinnustuðul ljóðar grein 3 í lógaruppskotinum soleiðis:

§ 3.
P/F Visit Faroe Islands kann í samstarvi við kommunur og lokalu vinnuna stuðla økisferðavinnufeløgum fíggjarliga.

Stk. 2.
P/F Visit Faroe Islands kann móti umsókn lata ferðavinnuni stuðul at marknaðarføra Føroyar.

Stk. 3.
Vinnumálaráðið tekur avgerð um stuðul sbrt. stk. 1 og 2 eftir tilmæli frá P/F Visit Faroe Islands.

Stk. 4.
Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um treytir fyri, hvussu stuðul sbrt. stk. 1 og 2 kann vera latin.