Danmark, Svøríki, Noreg og Finland eru millum tey 10 londini, har minst er av mutri.
Altjóða anti-korruptiónsrørslan Trancparency International gevur hvørt ár út eitt yvirlit yvir, hvussu korruuptar almennu skipanirnar eru í 180 londum í heiminum.
Hvørt land fær stig millum 1 og 100. Jú hægri talið er, tess minni verður mett at korruptiónin er.
Danmark fær í ár 88 stig og fær harvið fyrstaplássið.
Her er tey 10 londini, har hildið verður, at tey taka minst ímóti mutri:
* Danmark - 88 stig
* New Zealand - 87 stig
* Finland - 85 stig
* Singapore - 85 stig
* Svøríki - 85 stig
* Sveis - 85 stig
* Noreg - 84 stig
* Holland - 82 stig
* Kanada - 81 stig
* Luxembourg - 81 stig
Keldur: Transparency International.
/ritzau/










