Fakligur fundur í Kringvarpinum

Í løtuni er einki virksemi á tíðindadeildunum hjá Kringvarpinum. Starvsfólkini sita á fakligum fundi. Hetta verður gjørt, nú starvsfólkini á tíðindadeildini hava fingið svar frá Anniku Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóra, upp á skriv, sum tíðindadeildin sendi stjóranum, eftir at hon hevði handað ætlanarskriv um uppsøgn til Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðara.

- Eg kann vátta, at vit sita á fundi og viðgera støðuna. Vit hava fingið eitt svar upp á okkara skriv til leiðsluna, men vit meta ikki, at hetta svarið er nøktandi. Og tað er so tann spurningin, sum vit nú viðgera, sigur Óluvá Zachariasen, sum er eitt av starvsfólkunum á tíðindadeildini.

Hvørki hon ella nakar annar á tíðindadeildini veit at siga, hvussu leingi fundurin varðar. Tí er í løtuni óvist, hvussu verður við teimum tíðindasendingum, sum í dag standa á skránni hjá bæði Út- og Sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.