Fakligt stríð endaði í blóðbaði

18 suðurafrikanskir námsarbeiðsmenn doyðu, tá løgreglumenn skutu eftir námsarbeiðsmonnum, sum gingu mótmælisgongu í dag.

BBC skrivar, at mótmælismenninir vóru vápnaðir við stavum og knívum, og teir sýttu fyri at gera eftir boðum frá løgregluni um at leggja vápnini. Løgreglan royndi síðani at byrgja mórmælismenninar av við píkatráði, men tað eydnaðist ikki. Løgreglumenninir gjørdu síðani av at skjóta, og sambært BBC lógu 18 námsarbeiðsmenn eftirá.

Seinasta fríggjadag doyðu 10 fólk í tilsvarandi samanbrestum.

Stríðið er úrslit av ósemju millum tvey fakfeløg, sum bæði krevja rættin at umboða námsarbeiðsmenninar.

BBC-tíðindamaðurin í Johannesburg, Milton Nkosi, sigur, at fólk eru skelkað av harðskapinum, og at hetta minnir um framferðina hjá apartheid-stýrinum ímóti mótmælum.