Meðan 29 fakfeløg og trý politisk ungmannafeløg eggja fólki til í morgin at møta á Vaglinum fyri at mótmæla politikkinum hjá landsstýrinum, eru eisini onnur, ið halda, at hetta er ikki uppgávan hjá fakfeløgunum.
Hetta kemur millum annað til sjóndar á Facebook, har ein bólkur í gjárkvøldið var stovnaður, og sum eitur “Eg taki ikki undir við, at mítt fakfelag stuðlar partapolitiskari mótmælisgongu”.
– Tað er best, at fakfeløgini kunnu savna seg um at gera tað, sum tey eiga at gera, so sum lønarviðurskifti og umstøður hjá teimum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, sigur Christian Joensen í Saltangará, sum hevur stovnað bólkin.
Hoyr samrøðu við hann, við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.