Eitt av smærru fakfeløgunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum hevur lagt saman við Starvsmannafelagnum. Tað boðar Starvsmannafelagið frá á teirra heimasíðu.
Talan er um eina samanleggingin av Starvsmannafelagnum og Súluni, ið er fakfelagið hjá kabinustarvsfólkum hjá Atlantic Airways. Avtalan varð undirskrivað í hølum Starvsmannafelagsins fyrrapartin.
Samanleggingin gjørdist veruleiki, aftaná at Súlan, sum hevur verið fakfelag hjá kabinustarvsfólkunum í føroyska flogfelagnum, samtykti á eykaaðalfundi fyrr í vikuni at leggja felagið saman við Starvsmannafelagnum.
Nevndin í Starvsmannafelagnum samtykti eisini samanleggingina fyrr í vikuni.
Feløgini verða løgd saman við virknaði frá í dag, 8. januar 2016.
Ítøkiliga merkir samaleggingin, at feløgini ganga saman undir m.a. navninum og reglunum hjá Starvsmannafelagnum. Tey útvið 30 kabinustarvsfólkini, hava verið limir í Súluni, eru nú limir í Starvsmannafelagnum við fullum limarættindum og limaskyldum.
Nevndin í Súlunum fer frá, men heldur kortini fram sum fakbólkur í Starvsmannafelagnum, sum frammaundan hevur fleiri slíkar fakbólkar.
Nevndin í Starvsmannafelagnum heldur fram sum fyrr.
Súlan hevur sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag. Starvmannafelagið hevur nú yvirtikið tað formliga sáttmálaræði mótvegis Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Galdandi sáttmáli hjá Súluni fer úr gildi 1. november í ár.
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum og Helena Johannesen, forkvinna í Súluni.
Fakfeløg leggja saman