Danska fakfelagsrørslan er troytt av at hoyra stjórnina tosa um nýskianir, sum skulu gera gagn um nøkur ár. Stjórnin eigur heldur at gera nakað, sum hjálpir beinanvegin.
-Tað skal helst ikki vera so, at politikararnir koma við nýskipanum bara fyri at fremja nýskipanir, sigur formaðurin í fakliga landsfelagsskapinum, Harald Børsting (myndin), við DR.
Hann mælir stjórnini til at tosa um, hvussu samfelagið skal vera heldur enn at viðgera nýskipanir, sum skulu økja arbeiðsútboðið um nøkur ár.
-Eg haldi, at nú eigur stjórnin at viðgera tann partin av arbeiðsætlan hennara, sum sum snýr seg um vøkstur og arbeiðspláss, sigur Harald Børsting.