- Hetta er so ræðuliga mótsigandi. Vit tosa beinleiðis um at spræna pening av landinum. Øðrumegin tosar landsstýrið um, at mann skal halda virkseminum í gongd í landinum, meðan mann hinumegin fær útlendingar at gera alt arbeiðið, so pengarnir fara beint av landinum, sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelagið.
Hann greiðir somuleiðis frá, at hetta er nakað fakfelagið í samstarvið við Vinnuhúsið arbeiðir við í løtuni.
- Tey sita og nærlesa Íslandssáttmálan í løtuni, og so mugu vit bara síggja, hvat vit kunnu gera. Hetta er nakað, sum fyllir heilt nógv hjá okkum beint nú, tí vit mugu gera okkurt beinanvegin, staðfestir formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelagið. Hann leggur afturat, at tað ikki er so løgið at íslendingar eru so bíligir, tí tímalønin hjá teimum er bara 90 krónur um tíman.
Hann greiðir somuleiðis frá, at longu í næstu viku verður okkurt at hoyra, um hvat tey fara at gera í hesum málinum, men nakað konkret sigur Magnus Magnussen seg ikki kunna koma inn á beint nú.