Fakfelag umbyggir sjónvarpsbygning

Starvsmannafelagið bjóðar nú út arbeiðið at umbyggja gamla sjónvarpsbygningin hjá Kringvaprinum í J. H. Schrøtersgøtu í Havn.

Starvsmannafelagið bjóðar nú út arbeiðið at umbyggja gamla sjónvarpsbygningin hjá Kringvaprinum í J. H. Schrøtersgøtu í Havn.

 

Hesum boðar felagið frá í lýsing í Sosialinum dag., har arbeiðið verður boðið út í almennari lisitatión sum høvuðsarbeiðstøka.

 

Talan er um tann partin av sjónvarpsbygninginum, sum liggur niðan M. A: Winthersgøtu, har tað stóra upptøkuhølið hjá sjónvarpinum var.

 

Tað var í fjør, at Starvsmannafelagið keypti bygningin frá Mentamálaráðnum. Talan er um bygningin, har Smæran helt til í sínari tíð. Hann varð høvuðsumvældur til sjónvarpið í 1996. Bygningurin er í trimum hæddum og er til samans slakar 1100 fermetrar.

 

Starvsmannafelagið keypti bygningin fyri 6,75 milliónir krónur.

 

Tað er Trygdargrunnurin hjá Starvsmannafelagnum, sum eigur bygningin. Keypið er ætlað at verða ein íløgahjá grunninum.

 

Blaðið hjá Starvsmannafelagnum skrivaði í fjør síðsta summar, at ætlanin var at gera nakað av umvælingum inni í bygninginum, soleiðis at hann kann brúkast til fakfelags- og fundarvirksemi, umframt at kanna, hvussu báðir bygningarnir kunnu samanbyggjast.

 

– Við keypinum hevur Starvsmannafelagið skapt góðar karmar fyri arbeiðinum í felagnum, m. a. hjá fakbólkunum. Harumframt gevur keypið eisini góðar karmar fyri møguleikum hjá fleiri fakfeløgum at virka undir sama taki og soleiðis fáa gjørt størri gagn av felagstænastum, skrivaði Starvsblaðið.

 

Seinastu mánaðirnar hevur Taks leiga høli í bygninginum, sum nú skal høvuðsumvælast og nýtast til virksemi hjá Starvsmannafelagnum.