Fakfelag átalar Gerhard Lognberg

Búskapar- og løgfrøðingafelagið átalar, at Gerhard Lognberg skudlsetir og hóttir stjóran á Landsverki

- Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya átalar við hesum, at javnaðartingmaðurin úr Sandoynni í fjølmiðlunum skuldsetir og hóttir stjóran fyri Landsverk.

Tað sigur felagið í dag sum svar upp á greinina í Sosialinum í gjár.

Orsøkin til ákærurnar hjá Gerhardi Lognberg eru, at tilráðingar í einum innanhýsis tilmæli um sandoyartunnilin ikki samsvara við politisku áskoðanina hjá tingmanninum.

- Embætisfólk hava skyldu til at upplýsa eitthvørt mál til fulnar, soleiðis at politiski myndugleikin hevur fuldgott grundarlag at taka støðu á. Hetta merkir sostatt, at øll viðkomandi viðurskifti – búskaparlig, løgfrøðilig og samfelagslig - skulu lýsast og nágreinast, eisini tey, sum møguliga ikki eru í samsvari við ta ráðandi politisku áskoðanina, sigur felagið.

Búskapar- og løgfrøðingafelagið leggur áherðslu á, at tað er sera umráðandi, at embætisfólk til eina og hvørja tíð kunnu røkja hesa skyldu uttan at verða útsett fyri grundaleysum skuldsetingum og hóttanum frá politiskari síðu.

Á blaðsíðu 12 í blaðnum í dag spyr Bill Justinussen, løgtingsmaður, um Oyvindur Brimnes er politikari. Løgtingsmaðurin sigur, at Landsverk skal veita landsstýrinum tøkniliga ráðgeving í sambandi við útbygging og viðlíkahald av undirstøðukervinum.

- Landsverk skal ikki verða politiskur ella fíggjarligur ráðgevi, sigur Bill Justinussen, sum staðfestir, at Landsverk er farið út um sínar heimlidir við uppritinum um at leggja Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin í eitt og sama felag soleiðis, at Sandoyartunnilin kann gerast uttan eina almenna krónur úr landskassanum.

Løgtingsmaðurin í Eysturoynni sigur, at neyðugt er at átala Oyvind Brimnes.

Búskapar- og løgfrøðingafelagið sigur hinvegin, at embætisfólk at skyldu at upplýsa mál til fulnar og vísir á týdningin av góðari embætisførslu.