Fakfelagið hjá Liljuni Weihe, BLF, blandar seg nú í kjakið um uppsøgnina. Tí felagið sigur í dag, at tey halda uppsøgnina verða ógrundaða.
- Vit halda at framferðarhátturin hjá Johnny í Grótinum er sera ógvusligur. Tað undrar okkum, at hann, eftir so stutta tíð sum stjóri, tekur so drastisk stig sum at uppsiga leiðandi starvsfólk á stovninum. Serliga tá grundarlagið er so ivasamt. Eisini undrar tað okkum, at stjórin velur at loypa øll tey vanligu stigini í eini uppsagnartilgongd um, og ikki byrjar við eini ávaring, um hann metur at grundarlag er fyri tí. Starvsfólkini fáa eftir øllum at døma ongan kjans, um stjórin metir at tey hava gjørt ein feil. Tað er sera órógvandi og lítið tryggjandi fyri rættarstøðuna hjá starvsfólkunum á stovninum, sigur BLF og formaður tess, Jóhan Pauli Helgason, við Miðlahúsið í dag.
- Vit í BLF eru samd við Sigmundi Poulsen í, at grundarlagið undir uppsøgnini er veikt. Tí mæla vit Johnny í Grótinum til at taka ætlanarskrivið aftur og lata Liljuna Weihe halda fram sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum, sigur Jóhan Pauli Helgason.
Johnny í Grótinum hevur áður sagt, at hann ynskir ikki at gera nakrar viðmerkingar yvirhøvur, meðan hoyringsfreistin hjá Liljuni Weihe er. Freistin hjá Liljuni Weihe at svara upp á uppsøgnina er hósdagin um eina viku.
Miðlahúsið fylgir málinum. Tú kanst lesa meira um orrustuna í Kringvarpinum á in.fo komandi dagarnar.