Skipara- & Navigatørfelagið heitir á Kappingareftirlitið um at almannakunngera kanning av kostnaðarstøðinum hjá føroysku peningastovnunum.Fakfelagið er um at missa tolið við Kappingareftirlitinum, sum síðani 2012 hevur kannað kostnaðarstøðið hjá føroysku peningastovnunum .
- Líkt er til, at bankarnir arbeiða fyri at skerja innihaldið av hesi kanning, so innlitið hjá borgarunum verður avmarkað, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- & Navigatørfelagnum.
Felagið heitir tí á Kappingareftirlitið um at almannakunngera kanningina av peningastovnunum í fullum líki, so viðskiftafólk og almenningur fáa fullgott innlit í síni kundaviðurskifti.
- Vit heita samstundis á peningastovnarnar um at vísa hógv móti borgarunum í føroyska samfelagnum og ikki forða innlit í viðurskifti, sum hava týdning fyri tann einstaka borgaran, sigur Eyðstein Djurhuus.
Kappingareftirlitið hevur síðani 2012 kannað kostnaðarstøðið hjá føroysku peningarstovnunum. Kanningin, ið varð mett at kosta tilsamans eina millión krónur, skuldi vera liðug í fjør. Men hendan upprunaliga tíðarætlanin helt ikki.
- Nei, hetta má taka tað tíð, tað tekur, segði Terje Sigurðsson, deildarleiðari á Kappingareftirlitinum, við Sosialin 24. apríl.
Longu tíðliga í tilgongdini stóð greitt, at tað fór at vera alt ov umfatandi at kanna alt virksemið hjá peningastovnunum. Tí varð arbeiðssetningurin avmarkaður til bara at fevna um realkreditt-marknaðin. Serliga, hví sonevnda ”bidragið” á realkredittlán er nógv dýrari í Føroyum enn í Danmark.
Í samrøðu við Sosialin 24. apríl upplýsti Terji Sigurðsson, at arbeiðið tá var komið somikið væl áleiðis, at kanningararbeiðið varð liðugt og ein umleið 70 síður drúgv frágreiðing var skrivað. Eisini høvdu stóru, føroysku peningastovnarnir fingið frágreiðingina til hoyringar, og høvdu teir gjørt sínar viðmerkingar.
- Men nú standa vit við spurninginum, hvat skal almannakunngerast, segði Terje Sigurðsson við Sosialin 24. apríl.
Greinin í Sosialinum 24. apríl, sum umrøddi kanningina av føroysku peningastovnunum, kann lesast við at TRÝSTA HER.










