Nú tann nýggja stjórnin í Danmark hevur boðað frá, at broytingarnar, sum tann fráfarna stjórnin gjørdi í eftirlønarskipanini, verða framdar í verki, hevur fakfelagið NNF gjørt av draga statin í rættin.
NNF umboðar 30.000 starvsfólk í matvøruídnaðinum, og formaðurin, Ole Wehlast, sigur við Avisen.dk, at stevningin verður latin rættinum vegna teir limirnar, sum verða serliga meint raktir av eftirlønarbroytingini.
-Tey hava goldið inn í skipanina í mong ár og hava sjálvandi roknað við at fáa ein ágóða burturúr. Vit kunnu tí ikki góðtaka, at tey nú verða snýtt, sigur hann.
Kirsten Ketscher, sum er professari í sosialrætti við lærda háskúlan í Keypmannahavn, heldur, at tað ber væl til at fara í rættin við einum máli sum hesum. Hon sigur við Avisen.dk, at ein sosial veiting sum eftirlønin kann vera umfatað av regluni um privatan ognarrætt.









