Fakfeløgini vilja ikki flytast

- Vit vilja framhaldandi vera verðandi í okkara pensiónskassa og fara undir ongum umstøðum at góðtaka at verða flutt, siga fleiri fakfeløg í felags yvirlýsing í dag.

-Vit eru vorðin kunnaði um at ætlanin er at flyta pensiónsskipanina, sum vit hava verið limir í síðani í 60 árunum, til Føroyar.

PKA er eftir okkara tykki ein góð, demokratisk og samhaldsføst skipan, ið vit eru sera væl nøgd við. Í Føroyum finst ongin

skipan á sama støði og tískil halda vit at tað er púra burturvið at vit verða tvungin í eina skipan, sum á ongan hátt gevur okkum somu rættindi, siga fakfeløgini.

- Allir okkara limir hava gjørt eina avtalu við PKA, sum vit sjálvsagt hildu fór at vera galdandi til vit fóru frá við eftirløn, og sostatt eisini hava tilrættalagtokkara ellisár útfrá, vísir feløgini á.

-At nýggir limir fara í eina nýggja skipan, er ein onnur søk, men hettar krevur gjølla fyrireiking saman við fakfeløgunum, siga fakfeløgini Bioanalytikarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Kost- og føðslufelag Føroya, Ljósmøðrafelag Føroya í felags yvirlýsing.