Tey fimm fakfeløgini, sum samráddust saman, vóru Starvsmannafelagið, Føroya Lærarafelag, Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Pedagogfelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Tað hevur gingið illa at fáa nakra viðmerking frá teimum til stóru rokningina frá semingsmonnunum.
Vár í Gong, forkvinna í Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum, hevur ongantíð áður verið í seming og hevur tí onga viðmerking.
Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, hevur heldur onga viðmerking.
Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur ikki aðra viðmerking enn at ásanna, at tímalønin hjá semingsmonnunum er væl hægri, enn limir hennara fáa.
Hvørki Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum ella Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag hava verið at hitt.










