Fakfeløgini standa ikki saman

Tað er ikki vist, at øll tey fýra fakfeløgini í fakfelagssamstarvinum fara í verkfall, um tað verður úrslitið, tá feløgini mánadagin fara at svara arbeiðsgevarunum.

Herálvur Jacobsen, formaður í Føroyar Lærarafelag, segði við útvarpið í morgun, at hann kundi avdúka, at øll feløgini ikki hava somu støðu. Hann segði, at okkurt felag var rættiliga forfordeilt.

Um so verður, at tala verður um verkfall, so er tað ikki vist, at øll feløgini fara í verkfall, segði hann.

Men hann vildi ikki vátta, at tað er Pedagogfelagið, sum er tað felagið, sum er forfordeilt. Men Portalurin skilti fyrr í vikuni, at tað var Pedagogfelagið, sum ikki vildi taka undir við semingsuppskotinum, tí felagið vildi hava fyrireikingartíð til pedagogar inn í sáttmálan.

Men einki hendir fyrr enn mánadagin, tá feløgini fara at svara Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum