Fakfeløgini skulu samstarva betur

Nú skulu fakfeløgini á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum hittast at viðgera, hvørji mál tey kunnu samstarva um.

Í dag fara fakfeløgini í Løgtingið at lurta eftir viðgerðini um 48 tímar fráboðanartíð í sambandi við verkfall. Aftaná verður farið á ein felags fakfelagsfund.

Tað hevur ofta verið tosað um betri samstarv ímillum fakfeløgini, men higartil hevur tað verið misjavnt, hvussu tað er eydnast.

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak, heldur, at fakfeløgini eiga at samstarva meira, men vísir á, at ongar ætlanir liggja fyri framman at gera eitt landsfelag fyri øll fakfeløgini í Føroyum, hóast tann møguleikin javnan hevur verið nevndur.

- Sum tíðirnar eru, haldi eg, at tað er neyðugt, at fakfeløgini arbeiða saman, tí saman er slagkraftin størri, men eg vil tó ikki siga, at vit skulu hava eitt føroyskt LO, sigur Sonja Jógvansdóttir.

Í tíðindasendingini á middegi á Rás2 greiddi Sonja Jógvandóttir frá um samstarvsmøguleikar millum fakfeløgini. Hoyr samrøðuna niðanfyri.