Fakfeløgini skelkað av samgonguni

- Fakfeløgini eru skelkað av boðunum úr Fíggjarmálaráðnum.

Støðan ímillum fakfeløgini og Fìggjarmálaráðið er enn meiri spent eftir at Maskinmeistarafelagið fekk tey boðini í gjár, at ætlanin er at koyra maskinmeistarar í almennum starvi 4% niður í løn.

Boðini úr Fíggjarmálaráðnum hava verið, at nú flatskatturin fer at geva ein skattalætta, er tað ikki meiri enn rímiligt, at tey alment løntu við teimum bestu lønunum eisini fara niður í løn.

Fakfeløgini gera greitt, at hetta fara tey undir ongum umstøðum at góðtaka.

- Fakfeløgini halda rimmar fast við kravið um lønarhækking, og góðtaka á ongan hátta hvørki lønarniðurskurð ella nakað null loysn, sigur Starvsmannafelagið á síni heimasíðu.

Fakfeløgini gera eisini púra greitt, at Fíggjarmálaráðið sleppur ikki at tengja ætlanina um flatskatt og lønarsamráðingarnar saman.

Myndin er mótmælisgonguni á Vaglinum leygardagin, har næstan 80 fakfeløg og áhugafeløg mótmæltu ætlanini um flatan skatt og ætlanini um at skatta pensjónir við inngjald.