Fakfeløgini siga ja - men Fíggjarmálaráðið ivast

Fakfeløgini hava góðtikið semingsuppskotið, sum varð lagt fyri tey í morgun, men arbeiðsgevararnir hava biðið um fáa freistina longda Fyrrapartin í dag løgdu teir báðir semingsmenninir, Terji Sigurðsson og Hákun Steingrímsson, fram eitt semingsuppskot, sum partarnir tóku til sítt bakland at taka støðu til.

Partarnir skuldu svara nú klokkan 12.30.

Fakfeløgini tóku undir við semiingsuppskotinum, sum gevur teimum áleið somu lønarhækking, sum arbeiðarafeløgini og onnur feløg, hava fingið fyrr í ár.

Men hjá arbeiðsgevarunum, sum eru Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag, gongur verri at fáa semingsuppskotið at glíða niður, tí tey hava biðið semingsmenninar um at longja freistina til klokkan 16 í dag.

Og tað hava semingsmenninir játtað.