Fakfeløgini í Samtak mótmæla

Nú landsstýrismaðurin ætlar at skrika kravið um, at óvirkaður fiskur skal um føroyska uppboðssølu, mótmæla fakfeløgini í Samtak hvassliga.

Tað er ein ólukka fyri arbeiðsfólki á landi og føroyska sjómannin, um hetta krav verður strikað. Alt fiskitilfeingi, sum Føroyar hava, skal um føroyskan kaikant – herundir bæði botnfiskurin og uppisjóvarfiskurin, siga tey.

- Vit krevja at fiskurin skal umvegis uppboðsølu og virkast í Føroyum. Tað er ríkiligt av arbeiðsfólki og kapasiteti á virkjunum til at hetta letur seg gera. Tað hevur stórar neiligar samfelagsligar avleiðingar, at tilfeingi fer óvirkað av landinum, tískil skal miðast eftir, at fáa so nógv fyri rávøruna sum gjørligt, fiskimanninum, arbeiðsfólki og samfelagnum at gagni, stendur í yvirlýsingini.

Fakfeløgini halda ikki, at grundgevingar eru fyri, hví kravið um sølu yvir uppboðssølu verður strikað.

- Tað er ein sannroynd, at fiskatilfeingið í føroyskum sjóøki er ogn Føroya fólks, og tí er tað bæði neyðugt og nattúrligt, at myndugleikar

tryggja, at so stórur partur av hesum fiskatilfeingi sum gjørligt verður virkað av føroyskum løntakarum.

Endamálið verður best rokkið, um tryggjað verður, at fiskur ikki kann fara óviðgjørdur av landinum, halda fakfeløgini, sum síggja tað sum eina sjálvfylgju, at allur fiskur skal landast og skiljast í Føroyum.

- Hetta styrkir gjøgnumskygni í vinnuni, og hjálpir sjófólki okkara, stendur í yvirlýsingini.

Feløgini vísa á, at føroysku fiskavirkini eru í vanda fyri ikki at fáa líka stórar nøgdir av fiski, um kravið um uppboðssøluna ikki var galdandi. Bert hendan óvissa ger, at tað er heilt umráðandi, bæði fyri landskassan og fyri tey mongu arbeiðsleysu í Føroyum, at kravið

um at fiskurin skal yvir føroyska uppboðssølu ikki verður strikað. Tvørturímóti eigur kravið at víðkast.

- Vit krevja, at bæði landsstýrismaðurin og samgongan kenna ábyrgd yvir fyri teimum mongu føroyingum, sum eru arbeiðsleys, og at kravið um, at fiskurin skal fara yvir føroyska uppboðssølu verður verandi.

Fakfeløgini í Samtak eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag.