Fakfeløgini ov smá ov veik

Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir, at fakfeløgini í Føroyum verða færri, størri og sterkari - og við eini vælvirkandi umsiting.

Fakfeløg

- Lat tað beinanvegin verða sagt, at fakfeløgini ikki er okkara borð, men vit loyva okkum kortini at seta fram eitt ynski.
Soleiðis sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í nýggja bóklinginum, sum felagið gav út á Vinnudegnum 2005.
- Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir, at fakfeløgini í Føroyum verða færri, størri og sterkari við eini vælvirkandi umsiting.
Í bóklinginum verður lagt aftrat:
- Onkur heldur kanska, at tað er lættari hjá arbeiðsgevarafelagnum at samráðast við smá feløg heldur enn stór, tí Føroya Arbeiðsgevarafelag sjálvt er stórt.
Men, verður lagt aftrat:
- Føroya Arbeiðsgevarafelag upplivir veruleikan øðrvísi. Støðan er ofta ógreið og fløkt, tí fakfeløgini innanhýsis hava ilt við at samskipa síni áhugamál.
FAG nevnir, at eitt nú til samráðingarnar í vár kundi felagið ikki biðja arbeiðarafelag koma til samráðingarborðið, tí felagið visti ikki, hvørji arbeiðarafeløg fóru at samráðast saman.
- At fakfeløg eru spjødd, ger tey eisini fíggjarliga veik, so trupult verður hjá teimum at seta fólk í starv at fáa til vega neyðugu hagtølini til samráðingarnar, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.