Fakfeløgini á bæði privata og almenna arbeiðsmarknaðinum himprast við at taka lut í verkætlanarbólkinum, sum løgmaður hevur tikið stig til.
Tað gongur fram av brævaskifti millum fakfeløgini og løgmansskrivstovuna.
Tað var tann 11. november 2002, at Anfinn Kallsberg løgmaður setti pørtunum á arbeiðsmarknaðinum stevnu á Hotel Føroyum. Endamálið var at fáa eitt felags stev í ávísum arbeiðsmarknaðarmálum, sum hava elvt til stórar ósemjur síðstu árini.
Eitt úrslit frá fundinum var, at ein verkætlanarbólkur skuldi setast at standa fyri arbeiðnum at samskipa ávís arbeiðsmarknaðarmál.
Nú eru fakfeløgini boðin at velja umboð í bólkin. Men tey aftra seg, sæst á brøvum, sum eru send løgmansskrivstovuni.
Skeivt býti
Løgmansskrivstovan skýtir upp, at arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar hava trý umboð hvør í verkætlanarbólkinum. Harafturat skulu trý aðalráð ? Fíggjarmálaráðið, Vinnumálaráðið, og Almannaráðið ? hava hvør sítt umboð. Oman yvir hesum skal Løgmansskrivstovan hava eitt umboð, ið samskipar alt arbeiðið.
Hendans samanseting hóvar ikki fakfeløgunum.
Arbeiðarafeløgini vísa á, at landsstýrið er størsti arbeiðsgevari í landinum. Tey ásanna samstundis, at aðalráðini undir landsstýrinum hava víst lítlan áhuga í at lurta eftir teimum sjónarmiðum, sum fakfeløgini hava sett fram.
»Undir hesum umstøðum er greitt, at við verandi uppskoti tykkara, so hevði verkætlanarbólkurin verið mannaður við 3 løntakaraumboðum og 6 ella 7 umboðum fyri arbeiðsgevarasíðuna, og hetta kunnu vit sjálvsagt als ikki góðtaka«, skriva Føroya arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðsmanna- og arbeiðskvinnufelag og Havnar arbeiðsmannafelag í teirra felags skrivi til løgmann tann 27. november.
Ógreitt mál
Starvsmannafelagið vísir eisini sín illvilja ímóti at fara upp í arbeiði.
Felagið vísir á, at arbeiðssetningurin hjá bólkinum er ógreiður og setir eisini spurnartekn við samansetingina av bólkinum. Niðurstøðan er, at felagið ikki fer inn í arbeiðið.
»Tað krevur eina nógv greiðari og betri upplýsing, hvat veruliga ætlanin er við einum slíkum tiltaki, áðrenn vit kunnu viðgera hetta í álvara. Og vit fara eisini at ávara ímóti, at vit vera gjørd til kastibløkur fyri at fáa innanhýsis samgongupolitiskar kabalur til at ganga upp«, skrivar Gunnleivur Dalsgarð, formaður, í hvassorðaðum brævi til løgmann.