Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eru knotnir inn á landsstýrið, at hvørki teirra felag ella onnur feløg hava fingið neyvari kunning um ætlanina um at leggja sjúkrahúsini saman.
- Av somu orsøk ber illa til at gera sær neyvari hugsanir um og viðmerkingar til, hvør loysn man vera hin frægasta. Tað tykist vera ein sera óheppin siðvenja at halda fakfeløgini uttanfyri, tá tílíkar bygnaðarbroytingar verða lagdar til rættis.
sigur felagið m.a. á heimasíðu síni.
Vár í Gong, forkvinna heldur tað vera eitt krav, at feløgini sleppa upp i tilgongdina, so tey kunnu tryggja sær, at starvssetanir og arbeiðsstøð eru sambært sáttmálunum, og at alt gongur rætt fyri seg.










