Fakfeløgini eru vælkomin við

Tað hevur ongantíð verið ætlanin at útihýsa nøkrum, sigur Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, sum hevur tikið atfinningarnar til sín, og bjóðað feløgunum við í 2015

Í samrøðu við Sosialin, sigur Bjarni Djurholm, at í upprunaliga strategibólkinum, sum skal orða framtíðar arbeiðsmarknað, metti landsstýrið, at áhugamálini hjá løntakarunum vóru væl umboðað av Pálli Nielsen, advokati.
- Sum advokatur hevur Páll serligt innlit í arbeiðsmarknaðin, og hann hevur í mongum førum umboðað fakfeløgini, sigur Bjarnir Djurholm, og heldur fram:
- Men tað hevur ongantíð verið okkara ætlan at útihýsa nøkrum, sigur Bjarni Djurholm og greiðir frá, at hann eftirfylgjandi tók atfinningarnar hjá Gunnleivi Dalsgarð til eftirtektar, og at hann eisini setti seg í samband við Ingeborg Vinther frá Føroya Arbeiðarafelag. Hon segði seg vilja taka málið upp við hini feløgini. Síðani sendi Vinnumálaráðið feløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum eitt bræv, har heitt verður á tey um at velja umboð í strategibólkin, ynskja tey tað. 
- Lat tað vera sagt, at vit sjálvsagt ynskja at fáa sum best burtur úr, og um fakfeløgini ikki meta seg vera væl umboðað í bólkinum, so skulu tey sjálvsagt eisini vera vælkomin við. Men, tá vit settu strategibólkarnar hildu vit, at allur arbeiðsmarknaðurin var væl umboðaður, sigur Bjarni Djurholm.