Fakfeløg vakna við kaldan dreym

Eftir felags fund í tríggjar tímar hevur fakfelagsrørslan í kvøld sent út hesa fráboðan:

Áheitan á stýrið fyri ALS

Á fundinum í dag hava almennu fakfeløgini tikið avgerð um at heita á stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina, um at leggja frá sær.

Fakfeløgini taka frástøðu frá handfaringini av málinum, sum endaði við einari fráfaringavtalu við stjóran, og fakfeløgini meta, at málið er so álvarsamt, at vit heita á stýrið um at leggja frá sær.

Áheitanin er undirskrivað "Umboð fyri fakfeløgini, ið møttu á fundi."

Fyrr í dag varð Alfred Petersen koyrdur frá sum formaður fyri ALS-stýrið, og seint seinnapartin hevur Jan Højgaard tikið seg úr ALS-stýrinum.