- Vit hava framvegis vónir um, at tað fer at eydnast okkum at keypa helvtina av LÍV. Men tað fer at taka longri tíð enn ætlað, helst einar 4-8 vikur, sigur Pætur Niclasen.
Sambært nevndarformanninum í sp/f Fakfelag vil Tryggingareftirlitið hava fleiri upplýsingar, til dømis hvør skal sita í nevndini í tí felag, sum eftir ætlan skal keypa. Eisini vil eftirlitið hava felagið broytt frá smápartafelag til partafelag. Og so vil Tryggingareftirlitið eisini hava útgreinað, hvussu keypið skal fíggjast.
- Vit eru eitt sindur kløkk av frágreiðingini hjá Tryggingareftirlitinum, sigur Pætur Niclasen.
Sambært Pæturi Niclasen er ætlanin, at fakfeløgini sjálvi útvega 13-14 milliónir krónur í eginpeningi, meðan restin skal fíggjast við bankaláni. Nevndarformaðurin váttar, at í roknistykkinum, hvussu keypið skal fíggjast, er innroknað eitt vinningsbýti, ið feløgini skulu hava úr LÍV næstu árini. Eisini váttar hann, at tað er hetta roknistykkið, ið Tryggingareftirlitið enn ikki hevur góðkent. Tilboðið frá fakfeløgunum er 35 milliónir krónur.
Pætur Niclasen vísir á, at roknskapurin fyri LÍV er enn ikki endaliga liðugur, og tað seinkar arbeiðnum.
- Men hann verður liðugur áðrenn aðalfundin 29. apríl, sigur hann.
Hóast Ognarfelagið LÍV hevur boðað Vinnumálaráðnum frá, at tey meta søluna til sp/f Fakfelag at vera dotna niðurfyri, so hevur Pætur Niclasen eina aðra fatan.
- Nei, tað byggir á misskiljingar. Vit tosa framvegis við Ognarfelagið, og báðir partar trúgva uppá tað, sigur Pætur Niclasen.









