Fakfeløg tosa um Anfinn Kallsberg

Fakfeløg fara nú at tosa saman um útsøgnina hjá formanninum í fíggjarnevndini um at steðga øllum lønarhækkingum

Fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum fara nú at tosa saman um útsøgnina hjá Anfinni Kallsberg, formanni í fíggjarnevndini, í Sosialinum í gjár um, at eftir hansara tykki er tað einasta rætta at steðga øllum lønarhækkingum tey næstu árini, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa búskapin aftur

Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Pedagogfelagnum ivast ikki í, at hetta er eitt mál, sum fakfeløgini fara at taka upp, tí eftir sum, at talan er um sjálvan formannin í fíggjarnevndini, er neyðugt at taka tey í álvara.

Sáttmálarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum ganga út 1. oktober næsta ár, men 1. oktober í ár skulu lønirnar hækka trý prosent.

Hann sigur, at á hesum fundinum væntar hann, at fakfeløgini fara at koma til eina felags niðurstøðu um tey yvirhøvur fara at góðtaka lønarsteðg.

Kortini vísir hann á, at ger løgtingið tað við lóg, er onki, sum kann forða tí.

- Og tað hevur Løgtingið gjørt fyrr í kreppuni í nítiárunum, so vit fara fordømi, leggur hann afturat.

Í øllum førum heldur hann, at tað er sera óheppið at ein slík fráboðan kemur frá einum topp politikara í samgonguni, áðrenn málið yvirhøvur er umrøtt við fakfeløgini.

Hann væntar eisini, at fakfeløgini fara at venda sær til landsstýrið við málinum.

- Tað er fíggjarmálaráðið, sum er okkara beinleiðis samráðingar mótpartur so tað verður fyrst og fremst Jóannes Eidesgaard, sum skal svara fyri tað, sum Anfinn Kallsberg hevur boðað frá.

Hann sigur, at fakfeløgini eru sjálvandi ikki samd í tí, at lønirnar skulu lækka.

Hinvegin eru fakfeløgini mest áhuga í at keypiorkan ikki fer at lækka og í hesum sambandi hava onkrir fundir verið við fíggjarmálaráðið.

Onkrir fundir hava verið um tað, at keypiorkan er minkað og um, hvussu inntøkur kunnu útvegast til landskassan.

Kortini staðfestir hann, at talan er ikki um at hækka skattir ella avgjøld, men enn er ongin niðurstøða av tí samskiftinum.

Aðrir møguleikar hava verið nevndir bóltar, sum eru tveittir í luftina, uttan nøkur avgerð er tikin, er at strika sjómannafrádráttin, avmarka rentustuðulin, avmarka tollfría sølu, at áleggja tilfeingisgjald og ognarskatt.