- Feløgini fara at heita á KVF um at ansa eftir uppílegging, sum kann skerja redaktionella frælsið, ið er hornasteinurin í virkseminum hjá einum fjølmiðli. Vit fara at minna á, at tað er álvarsamt brot á góðan fjølmiðlasið at geva eftir fyri trýsti, og sum kann forða frælsari kunning um mál av almennum áhuga.
Orðini eiga Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, og Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Føroysk Miðlafólk, sum í dag hava sent eina felags almenna áheitan til Kringvarpið viðvíkjandi rokinum, ið hevur verið um sendingina ”Ást fjalir lýti”.
Fakfelagsformenninir undrast á, at fólk uttanfyri stovnin sleppa at leggja uppí innihaldið í sendingum, og ávara móti at lata uttanhýsis trýst ávirka hvat verður sent í Kringvarpinum.
- Í Degi og viku varð upplýst, at kringvarpleiðslan er í samráðingum við fólk uttanfyri stovnin, og at einki meira fór at henda ´fyrrenn partarnir hava funnið semju um sendingina´. Í dag frættist tó, at sendingini er sett aftur á skrá og verður send í annaðkvøld, skriva fakfelagsformenninir, og halda fram.
- Sum avvarðandi feløg undrast vit á hesi tíðindi, sum vit halda seta stórt spurnartekn við óheftnið og redaktionella frælsið hjá stovninum.
- Feløgini skilja, at avvarðandi hava við sakførarahjálp roynt at steðga sendingini og annars at fáa broytingar gjørdar í innihaldinum. Eisini hava vit skilt, at áheitanir hava verið beinleiðis á tey, sum luttaka í sendingini um at trekkja seg. Summi hava givið eftir fyri trýsti og hava sett ynski fram um ikki at luttaka.
Fakfelagsformenninir vísa á, at nú sendingin kortini verður send, so er teimum upplýst, at broytingar eru gjørdar í sendingini, og heita tí á Kringvarpið um at ansa sær, so tey ikki gera seg inn á sínar limir.
- Innihaldsligar broytingar um faktuell ivamál kunnu møguliga vera gjørdar, men kringvarpið má ansa væl eftir, at limir okkara ikki koma í ta støðu, at teir kenna seg kroystar, at frásiga sær sjálvan redigeringsrættin ella rættin at avgera í hvørjum formi, tilfar skal vera almannakunngjørt, skriva teir báðir og leggja aftrat.
- So leingi faktuelt grundarlag er fyri upplýsingunum og talan ikki er um ærumeiðandi útsagnir, tey avvarðandi eru kunnað og hava fingið høvi at luttaka, má stovnurin ansa eftir ikki at avmarka journalistarnar í teirra lógliga virksemi.