- Almannastovan sparir í hvussu er ikki upp á krútið. Sjey starvsfólk hava fingið valið ímillum at skriva undir blankt pappír frá Almannastovuni um nýggja starvssetan, ella at vera uppsøgd, siga fakfeløgini, sum varða av uppsøgdu stavsfólkunum á Barnaheiminum í Havn
Feløgini siga í yvirlýsing, at sum liður í ?sparing? hevur Almannastovan avgjørt at seta ein nýggjan leiðara fyri virksemi á familjudeildini á Barnaheiminum, sum Almannastovan vil yvirtaka. Sjey starvsfólk á Familjudeildini á Barnaheiminum hava í hesum sambandi fingið valið ímillum at verða uppsøgd ella at koma í eitthvørt annað starv undir Almannastovuni.
- Trupulleikin er bara tann, at tey sjey ? uttan at kenna starvsinnihald, løn, arbeiðstíð ella nakrar aðrar treytir yvirhøvur ? skulu skriva undir upp á at geva avkall upp á síni starvsrættindi, sum tey nú hava.
Almannastovan vil ikki hvørki tryggja teimum arbeiðstíð, arbeiðsinnihald, løn ella nakað annað, sum starvsfólkini eiga eftir galdandi sáttmálum.
- Undirritaði fakfeløg hava biðið um at fáa nærri útgreiningar av starvstreytunum undir Almannastovuni, men hetta er sýtt okkum við teirri grundgeving, at einki kann sigast um hetta, fyrr enn ein nýggjur leiðari er settur fyri økið. Vit hava síðani biðið um útseting til støðutakan til ?tilboðið? frá Almannastovuni, men eisini hetta er sýtt okkum. Tey skulu skriva undir treytaleysa blanka starvssetan hjá Almannastovuni!
Feløgini siga víðari,at hvørki feløgini ella starvsfólkini siga, at ongar broytingar ella tillagingar skulu gerast.
- Tað vit tvíhalda um er, at tað skulu vera virðiligar mannagongdir og limir okkara hoyrdir og tiknir við uppá ráð, so tað vera gjørt við skili og á rættan hátt. Í sáttmálunum hjá undirritaðu fakfeløgum stendur, at um radikalar broytingar eru í starvsfólkaviðurskiftum so skal fakfelag og starvsfólk verða við í hesari tilgongd, men tað er so ikki tað feløgini kenna til.
- Vit átala harðliga, at Almannastovan rekur slíkan revolvarapolitikk móti okkara limum, siga hesi trý fakfeløgini:
Starvsmannafelagið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Føroya pedagogfelag










