Postfelagið sigur tað vera burturvið, tá stjórin á Postverki Føroya leggur felagið undir at brúka tær nógvu uppsagnirnar til at ávirka sáttmálasamráðingarnar -Postfelagið eigur ongan lut í tí, sum fólk, sum rýma úr Postverkinum, siga við fjølmiðlarnar um leiðsluna á Postverkinum, og tað er burturvið, tá stjórin í Postverkinum leggur Postfelagið undir at brúka støðuna til at ávirka sáttmálasamráðingarnar við Føroya arbeiðsgevarafelag.
Tað sigur Heidi Biskopstø, forkvinna í Postfelagnum, við Kringvarpið.
Postfelagið er farið upp í Starvsmannafelagið, og formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, sigur, at hann ógvast við, tá hann hoyrir stjóran og nevndarformannin í Postverkinum.