Almannaøkið
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Føroya Pedagogfelag mótmælir í yvirlýsing avgerðini hjá Løgtinginum um sparingar á almannaøkinum, ið raka ov nógvar borgarar í landinum. Ikki einans verður víst á sparingar á Barnaheiminum og Pætursgøtu, ið hava verið umrøddar seinastu dagarnar, men eisini eldraøkið, heilsu- og sjúkrahúsverkið, Fróðskaparsetrið og fólkaskúlaøkið.
Forkvinnan í Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Vár í Gong, tekur undir við mótmælinum, og heitir á sínar limir, sum eru umfataðir av sparingunum, um at venda sær til felagið.
“Tað hevur stóran týdning at Nærverki er ein vælvirkandi stovnur, tí hesin er so týðandi fyri eitt stórt kjarnuøkið í samfelagnum. Vit vilja samstundis eftirlýsa eina visjónsætlan, sum mennir og styrkir starvsfólk í Nærverkinum”, verður sagt í skrivi frá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.










