Feløgini í Samtak hava tí gjørt av ikki at brúka Norrønu til skeið og annað fakligt virksemi so leingi trætan við Sjómannadeild Føroya Fiskimannafelags stendur við.
Feløgini kunna ikki góðtaka, at Smyril Line setur fólk umborð fyri minnið hýru enn sáttmálin við Sjómannadeild Føroya Fiskimannafelags ásetur, sigur Samtak í yvirlýsing.
Feløgini í Samtaki heita á Smyril Line um at broyta starvsviðurskiftini hjá nýggju starvsfólkunum, og at seta tey samsvarandi sáttmála millum Sjómannadeild Føroya Fiskimannafelags og Reiðarafelagið fyri farmaskip.
Feløgini í Samtaki eru:
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Føroya Fiskimannafelag