Fyri kortum varð sáttmáli undirskrivaður millum Landsverk og íslendsku byggifyritøkuna TG-Verk, um at gera fyrsta byggistig við umvælingunum av Landssjúkrahúsinum. Talan er um at klæða stóra B-bygningin av nýggjum.
Trupulleikin er, at íslendska fyritøkan hevur møguleika at lata arbeiðsfólkum sínum lægri løn, enn hvat føroysku fyritøkurnar, sum bjóðaðu upp á arbeiðið hava loyvi til sambært føroyskum sáttmálum.
Hetta hevur elvt til mikla øsing.
- Vit kunnu sjálvandi ikki liva við, at útlendingar í Føroyum arbeiða fyri undirprís, og tí fara vit at boykotta arbeiðinum á Landssjúkrahúsinum, um hetta ikki kemur í rætt lag, sigur Sonja Jógvansdóttir. Men hon sigur seg vænta, at tá arbeiðið fer í gongd á Landssjúkrahúsinum, er alt komið í rætt lag viðvíkjandi lønum.
Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at eitt boykott ein møguleiki, sum arbeiðsmarknaðurin hevur, og kann tí onki gera við hetta.
- Vit hava aðrar instansir, ið taka sær av tílíkum málum, sigur Jóhan Dahl, sum arbeiðir við einum rundskrivi, sum skal fyribyrgja, at slíkt hendir aftur.
Rundskriv
Í løtuni arbeiði Vinnumálaráðið við einum rundskrivið, ið skal staðfesta, at tá útbjóðingar eru, so skulu treytir vera í hesum, sum hava við sær, at alt skal bjóðast í mun til føroyskar lógir. Hetta komu Vinnumálaráðið og fakfeløgini ásamt um í gjár.
Sonja Jógvansdóttir gjørdi greitt á Rás2 í gjár, at hetta ikki er heilt nøktandi hjá fakfeløgunum, tí feløgini høvdu kent seg tryggari við eini lóg.
- Tað er sjálvandi gott, at okkurt verður gjørt, men vit kundu hugsað okkum, at tað kom ein lóg, sum líkist tí íslendsku, tí teir hava greiðastu og bestu lógir av Norðurlondunum á økinum, vísir Sonja Jógvansdóttir á. Hon leggur afturat, at hetta gjørdi Samtak politiska myndugleikanum greitt fyri meira enn einum árið síðani. Hon sigur tó, at tað ikki var nakað konkret ynski frá teimum at fáa eina tílíka lóg, men politiski myndugleikin var í hvussu so er greiðir yvir støðuna.
Jóhan Dahl heldur tó, at eitt rundskriv er tað besta í hesum føri.
- Tað tekur so langa tíð at gera eina lóg, og rundskrivið verður longu klárt í næstu viku, staðfestir Jóhan Dahl. Hann sigur tó eisini, at Vinnumálaráðið fer at hyggja uppá, hvussu mann kann snikka eina lóg saman, men at hetta ikki verður aktuelt beint nú.
Rundskrivið skal virka á tann hátt, at tað verður sent til allar almennar stovnar, har greitt verður ásett, at ávís krøv skulu setast í samband við lisitatiónirnar, ið tryggja eitt javnt kappingarstøði.
Sonja Jógvansdóttir vil heldur hava eina lóg, tí hetta tryggjar á bestan hátt eitt javnt kappingarstøði, sum ikki er í dag, um summar fyritøkur kunnu dumpa prísirnar.
Mugu hava kapping
Jóhan Dahl vísti stutt eftir - at málið um Landssjúkrahúsið kom fram - á, at hendan gongdin bara er ein natúrligur partur av kapping. Í dag vísir hann tó á, at sjálvandi skal kapping vera, men hon má ikki vera undir so ójavnum fyritreytum, sum tað er líkt til í hesum málinum.
Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at tað ikki ber til hjá fakfeløgunum at vaska hendur við politisku skipanini.
- Tað má vera eitt samspæl millum arbeiðsmarknað og politisku skipanina, soleiðis, at vit fáa ein so góðan arbeiðsmarknað sum gjørligt, sigur Jóhan Dahl.
Óhugsandi trupulleiki
Í gjár tosaði Sverri Hansen, stjóri í Útnorðurgrunninum, um, at hetta ikki hevði nakað við Íslandssáttmálan at gera, men at tað heldur er støðan í Íslandi og støðan í Føroyum, ið skapa hesa støðu.
- Sverri Hansen hevur púra rætt í tí hann sigur. Botnurin er farin úr í Íslandi, og tí enda vit í hesi løgnu støðu, sigur Jóhan Dahl.
Sonja Jógvansdóttir tekur undir við hesum. Tí hetta hevur ongantíð verið ein trupulleiki fyrr, og ongin kundi beinleiðis síggja hendan trupulleikan fyri sær millum Norðurlond.
- Tað er púra vanligt, at mann ikki ger nakað við eitt mál, fyrr enn tað er ein veruligur trupulleiki, men eg rokni við at hetta kemur í rættlag, staðfestir samskiparin í Samtaki. Sum heldur fast við, at ein gongd leið er, at hyggja at íslendsku lógunum, tí har megnaðu tey at loysa trupulleikan við útlendskari arbeiðsmegi.









