Pætur M. Dahl
Lene Andersen, Baade Og, 1. del- Mandag,
427 síður. Det Andersenske Forlag, 2005
Framtíðar bók um nútíðina
Baade Og, 1. del Mandag er tann fyrsta bókin av í alt fimm, ið Lene Andersen fer at geva út. Sum flestar post-modernaðar bøkur, hevur Baade Og ein heldur serligan frásøguhátt. Bókin hevur heili trý løg av frásøgufólkum. Í fyrsta lagnum hitta vit Pamfilia Severinsen, ið hevur skrivað fororðini og redigerað ta søgu, ið vit fara at lesa. Í hesum lagnum eru vit stødd í 2035, altso í framtíðini. Her fortelur Pamfilia okkum, hvussu hon ein dagin er so heppin at vinna sær eina gamla farteldu, ið stavar frá 2001. Hon gerst enn meira bilsin, tá hon finnur eitt handrit til eina bók á hesi farteldu. Høvundurin til hetta handrit eitur Jesper Knallhatt og er sostatt okkara næsta lag av frásøgufólki. Pamfilia roynur sítt besta at finna út av, hvør hesin Jesper Knallhatt er ella var, men hann er ongastaðni at hitta. Pamfilia greiðir víðari frá, at handritið er býtt upp í fimm partar mánadag til fríggjadag, har hvør dagur (partur) snýr seg um eitt ávíst evni. Pamfilia lýsir í stuttum, hvat hvør dagur snýr seg um og letur so lesaran byrja uppá triðja lag av frásøgufólki - Søgan sjálv.
Søgan gongur fyri seg á einum heimi fyri sálarliga veik fólk, har teir báðir høvuðspersónarnir, Cornelius Magnussen og Tenna Rasmussen, sita og práta. Cornelius er ein fyrrverandi sjónvarpsframleiðari, ið hevur haft eitt sálarligt samanbrot fyri nøkrum árum síðani og er tí innlagdur. Tenna Rasmussen er ein ung tíðindakvinna, ið hevur sett sær fyri at kanna, hvat bleiv av Cornelius Magnussen og hevur sostatt fingið í lag eina samrøðu við Cornelius. Men samrøðan vísur seg at verða alt annað enn ein stutt og feit samrøða fyri eitt lívstílsmagasin. Í staðin endar Tenna aftur á skúlabonkinum, har hon nærum verður tvangslærd um tað modernaða vesturlendska samfelagið. Og hetta er snøgt sagt tað, sum fyrigongur restina av bókini, burtursæð frá einkultum hugleiðingum frá Jesper Knallhatt ímillum kapitlarnar.
Einsporað í longdini
Tað skal sigast beinanvegin, at bókin ikki er tann stóra fagurbókliga upplivingin. Sum sagt, er søgan í roynd og veru ein langur, áhaldandi dialogur ímillum høvuðspersónarnir, har Tenna setur spurningar, og Cornelius svarar og hugleiður. Hetta riggar væl til tíðir, tí dialogurin er kvikur, tvískiltur og til tíðir eisini speiskur og skemtingarsamur. Har eru eisini nakrir undirliggjandi tónar (serliga tann erotiski), ið allatíðina royna at halda lesaran áhugaðan í, hvussu forholdið ímillum Tennu og Cornelius fer at útvikla seg. Somuleiðis er Cornelius ein rættiliga sammansettur og spennandi persónur at læra at kenna, og nógvar kvinnur kunnu helst kenna seg sjálvar aftur í teimum eygleiðingum, Tenna ger um seg sjálva og aðrar kvinnur í mun til tað modernaða samfelagið. Men hóast alt hetta, blívur tað ov einsporað í longdini. Ein stegðar at fylgja við kensluspælinum teirra millum og byrjar heldur at fylgja sjálvum kjakinum. Og hetta er kanska eisini meiningin, tí tað er ongantíð nakar ivi um, at tað eru kjakevnini, ið eru teir veruligu høvuðspersónarnir í Baade Og.
Heimurin hjá Suffíu fyri vaksin
Kjakevnini, ið verða viðgjørd í bókini, fevna um alt, heilt frá teimum løttu og banalu evnunum til tey tungu og torskildu. Alt frá kaosteori til klædnamóta, frá Fibonnacci-tøl til ílegugransking, frá Moses til Tamagochi. Bókin viðgerð, snøgt sagt, hví okkara samfelag sær út sum tað ger í dag. Og tað er júst her, at styrkin í bókini liggur. Lene Andersen hevur, ígjøgnum Cornelius, klárað at gjørt tey mest torskildu evnini løtt at nema sær fyri ein og hvønn, ið ikki er serliga kringur í hesum evnum frammanundan, men sum tó hevur hug at djúpa seg í. Samstundis er bókin eisini sera góð til at halda skil á teimum ymisku tíðarskeiðum og kann tessvegna geva einhvørjum, lærdum sum ólærdum eitt gott yvirlit yvir vesturlendsku søgugongdina. Tað er freistandi at samanbera Baade Og við Heimurin hjá Suffíu, eftir Jostein Gaarder, júst á hesum punkti, men har Heimurin hjá Suffíu einans snýr seg um heimspekisøgu, so kastar Baade Og seg runt í næstan øllum sløgum av vísindi, átrúnaði og rákum. Hetta merkir sostatt eisini, at faklærd fólk til tíðir kunna blíva vónbrotin av tí grunnu viðgerð, ið júst teirra øki fær. Tá er betri at fara í holt við fakbøkurnar. Men styrkin í bókini liggur júst í at geva eitt gott yvirlit yvir øll økir og tess vegna byrja at hóma ein reyðan tráð í øllum tí, ið fyrigongur í tí modernaða samfelagnum.
Visión 2015 Ein álvarslig ávaring
Eitt av afturvendandi evnunum í bókini er spurningurin um framburð. Er hetta fyribrigdi veruliga ein partur av okkara samfelag ella er hetta bert eitt tómt slagorð fyri politikarar og handilsfólk? Eitt sera aktuelt evni í Føroyum júst nú, eftirsum vit skulu taka okkum fram sum besta tjóð í heiminum, áðrenn 9 ár eru liðin. Eg kann ráða einumhvørjum (eisini løgmanni) til at lesa hesa bók bert fyri hetta kjakið aleina. Bókin vísur á, við støði í nýggjari vísind, at framburður oftast merkir bert økt nýtsla og øktur kompleksitetur, heldur enn størri vælferð og størri effektivisering. Við alskyns dømum frá ymsum tíðarhøpum og ymsum pørtum av samfelagnum, vísir bókin sera týðiliga, hvussu menniskjan altíð roynir at goyma seg aftanfyri fyribrigdi og tøkni, tá hon skal próvføra fyri tí neyðuga framburðinum. Ein sera álvarslig avleiðing av hesum er, at menniskjan byggjur sær eitt so komplekst samfelag, at hon sjálv ikki er før fyri at gjøgnumskoða tað. Eg haldi, at bókin lýsir sera væl tær mótsøgnir, ið finnast í hesum fyribrigdum, og tey virði, ið eiga at teljast við, um mannaættin sum heild, skal gera sær nakrar vónir um at halda áfram sum eitt siviliserað djóraslag.
Eitt annað sera aktuelt evni í bókini, er tann søguliga, politiska og etiska viðgerðin av okkara átrúnaðarliga arvi. Bókin er sera speisk, tá tað kemur til (tómar) útsagnir um, hvussu okkara humanisma og etiska vælverða er ein arvur frá kristindóminum. Hetta roynir bókin at gera upp við og roynir samstundis geva eina humoristiska (av tí myrkara slagnum) lýsing av uppruna jødadómi, kristindómi og islam, og hvussu hesar trúðarlærur eru samanvovnar. Sera undirhaldandi lesnaður.
Altíð eitt samspæl
Sum heild eru niðurstøðurnar í bókini, at alt snýr seg um eitt samspæl. Tað er ongantíð bert ein faktorur, ið liggur aftanfyri varðveitan og kollveltingar í søguni, men tað er altíð ein spurningur um samspæl ímillum tveir ella fleiri faktorar. Á henda hátt er bókin í stóran mun ein viðmerking til eitt sera aktuelt heimspekiligt evni - nevniliga emergens. Hvussu uppstendur eitt evni ella eitt fyribrigdi úr einum fyriliggjandi evni ella fyribrigdi? Hvør er upprunin? Tann elligamli spurningurin um hønuna og eggið. Eitt sera torskilt evni, men sum áður nevnt, so megnar rithøvundurin at gera hetta evni lættari at skilja.
Fyri at taka samman um: Um ein leitar eftir einari góðari søgu ella einum spennandi plotti, kann ein róliga síggja burtur frá Baade Og. Men hevur ein hug til at læra meira um átrúna, heimspeki og søgu, er henda bókin ein frálík byrjan tó bert ein byrjan.
pmd_81@hotmail.com