Fáir týskarar vilja Armin Laschet til kanslara

Armin Laschet hevur ikki stóran stuðul til ætlanir sínar um at skipa stjórn hóast skuffandi valúrslit

Armin Laschet ætla framvegis at loysa Angelu Merkel av sum týskur samveldiskanslari. - Foto: Martin Meissner/Ritzau Scanpix

Hóast sera skuffandi valúrslit hevur Armin Laschet framvegis dreymin um at gerast næsti kanslari í Týsklandi,

Tað boðaði konservativa valevnið frá í gjár – dagin eftir valið.

Verða týskarar spurdir, so er tó ikki nógvur stuðul til ætlanirnar hjá Laschet. Tað vísir ein meiningakanning, sum Civey Institute hevur gjørt.

Kanningin vísir, at bara 22 prosent av teimum um leið 5.000 spurdur stuðla ætlanunum hjá Laschet. 71 prosent halda, at tað hevði verið meira ella minni skeivt, um Laschet gjørdist nýggjur kanslari.

Meiningakanningin er gjørt fyri blaðið Augsburger Allgemeine.

Millum tey spurdur, sum stuðla CDU flokkin hjá Laschet, svara 55 prosent, at tey stuðla kanslaraætlanunum. Næstan triði hvør – 32 prosent – svara tó, at tey ikki halda, at Laschet eigur at leiða komandi stjórn Týsklands.

Konservativur systurflokkarnir CDU og CSU fingu sunnudagin ringasta valið nakrantíð við eitt val til samveldistingið.

Flokkarnir fingu tilsamans 24,1 prosent av atkvøðunum. Javnaðarflokkurin SPD gjørdist størstur við 25,7 prosentum av atkvøðunum.

Tað er ikki bara meiningakanningin í Augsburger Allgemeini, sum er keðiligur lesnaður hjá Armin Laschet.

Ein kanning frá Insa fyri blaðið Bild vísir soleiðis, at gott helmingurin av teimum spurdur – 51 prosent – halda, at Laschet skal fara frá sum formaður í CDU.

Bara 21 prosent halda at Laschet skal halda fram sum formaður.

Ætlnain hjá Laschdet er at skipa stjórn við umhvørvisflokkinum Teimum Grønu og liberala flokkinum FDP. Somu ætlan hevur kanslaravalevnið hjá SPD, Olaf Scholz.

í eini meiningakanning frá infratest dimap svarar yvir helmingurin av teimum spurdur – 55 prosent – at tey stuðla eini stjórn við SPD, Teimum Grønu og FDP.

 

/ritzau/dpa

 

 

 

Armin Laschet ætla framvegis at loysa Angelu Merkel av sum týskur samveldiskanslari. - Foto: Martin Meissner/Ritzau Scanpix