Fair Play fyri øll

Kappingarnevndin hjá FSF heitir á aðalfundin hjá fótbóltssambandinum um at góðkenna eitt lógaruppskot, ið gevur kappingarnevndini heimild til at gera nakað við venjarar og leiðarar, ið bera seg ósømiliga at undir dystum.

Bjarki Mohr sigur, at tað er ein afturvendandi trupulleiki, at bæði venjarar og leiðarar annars sýna seg ósømiligan atburð undir dysti, og at hetta er galdandi bæði í ungdómsdeildum og í vaksnamannadeildunum.
Formaðurin í kappingarnevndini sigur, at kappingarnevndin í heilum fær fráboðan frá dómarum um ósømiligan atburð hjá venjarum og leiðarum, men at kappingarnevndin ikki hevur nakra heimild til at geva viðkomandi persónum nakra revsing.
- Tað kann ikki verða rætt, at tað bara eru spælararnir, ið skulu sýna Fair Play, tí hetta má eisini verða galdandi fyri venjarar, leiðarar, og onnur fólk kring lið og feløg. Tí er tað umráðandi, at vit fáa heimild frá aðalfundinum til at gera nakað við slíkan ósømiligan atburð, sigur Bjarki Mohr.