Fair Play dagur

25. september er dagurin, sum FIFA hevur ásett at vera altjóða Fair Play dag. Í Føroyum eru eingir dystir á skránni hendan dagin, men FSF hevur tó gjørt av, at dagurin skal markerast í teimum dystum, sum verða spældir tann 23. september. T.v.s. at talan er um dystirnar, KÍ-ÍF, HB-VB, NSÍ-Skála, TB-GÍ og EB/S-B36.
                      Í hesum sambandi skulu feløgini ikki bara veittra við Fair Play flagginum hjá FIFA, men skal hetta verða borið inn av bóltdreingjum/gentum undan dystinum. Eisini skal eitt Fair Play lyfti lesast upp undan dystinum. Og so er bara eftir at vóna, at dystirnir eisini verða avgreiddir í besta ítróttaranda.