Eitt hátrýst beint eystan fyri Føroyar fer spakuliga í ein landnyrðing eystan. Lýggjari luft streymar inn yvir okkum av suðri og landsynningi, men fyrstu tíðina verður tað skýggjað og mjørki í støðum.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av landsynningi og suðri, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og mjørki í støðum, onkrastaðni sær sólin kortini, serliga í hallum, sum venda í ein útnyrðing. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina um 10 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s, sum um kvøldið makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Turt og sólglottar, um náttina stundum skýggjað og møguliga mjørki. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina um 10 stig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av landsynningi ella ymsum ættum, undir 7 m/s. Turt og sólglottar, men út á dagin møguliga skýggjað í støðum og møguliga mjørkaflókar. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, í støðum møguliga heitari, og um náttina um 10 stig.
Mánadagin, týsdagin og mikudagin
Lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt og yvirhøvur sól. Hitin um dagin millum 13 og 18 stig, um náttina millum 10 og 13 stig.