Skopun: - Nei, tað er einki stórvegis arbeiði vit gera.
- Hetta er meiri at kalla eitt lítið vask av bátinum, sigur skopuningurin, Regin Johannesen.
Týsmorgunin í farnu viku vóru hann og hin eigarin av bátinum, Arnold, í ferð við at hampa um bát teirra "Fagreklettur".
Hann stóð á havnalagnum í Skopun, har Regin sjálvur var í ferð við at trýstspula bátin innan, meðan Arnold arbeiddi inni í stýrihúsinum.
Teir høvdu tikið bátin upp kvøldið fyri, og væntaðu at hann skuldi fara á sjógv aftur seinni í vikuni.
Regin var annars í ferð við at hoyggja, men terrin var lítil henda týsdagin. So teir avgjørdu bara at brúka tíðina í bátinum ístaðin fyri.
Bygdarmál
Teir báðir keyptu hetta tíggjumannafarið fyri fýra árum síðani frá einum manni í Havn, sum hevur havt stóran týdning fyri føroyskt mál og føroyska mentan.
- Ja, hevði hann vitað skilið um navnið á bátinum, sigur Regin skemtiliga.
Eftir at teir báðir høvdu yvirtikið bátin skuldi hann sjálvandi hava eitt navnaskelti. Hetta arbeiðið tók Regin sær av.
Hann ringdi til eitt stað í Havn fyri at biðja um eitt navnaskelti til bátin. Og tað kom eisini suður nakað seinni.
Tað var tástaðni, at Regin skilti, hvussu stórur munur er á bygdarmáli og býarmáli.
- Her í Skopun úttala vit jú Fagriklettur sum Fagreklettur - við denti løgdum á E'ið - uttan at eg hugsaði stórvegis um tað beint tá.
- Tey hava helst eisini uppfatað navnið soleiðis, tí tá vit fingu navnaskeltið til bátin so stóð har Fagreklettur og ikki Fagriklettur!, sigur Regin við brosi á kinn.
Men nú skal navnið stavast so sum tað eigur. Sum ein part av arbeiðinum, teir nú gera, skal rætt navnaskelti setast á bátin.
Hereftir eitur og stavast Fagriklettur tí Fagriklettur.










