EItt lágtrýst, 975 hPa, yvir útsynningsíslandi fer í ein landnyrðing, meðan brúgvaløg haðani, sum liggja við regni yvir Føroyum, fara í ein eystan. Síðani klárar í av vestri. Fyrst í næstu viku mennist eitt hátrýst yvir Føroyum og fer í ein landnyrðing og ger veðrið støðugari her.
Veðrið í dag, hvítusunnudag
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað, men sum frá líður klárar í og sólglottar og hitin um 8 stig. Í nátt makar hann vindin í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Turt og í støðum klárt og hitin millum 5 og 8 stig.
2. hvítusunnudag
Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s, sum út á dagin makar spakuliga og um náttina verður eitt lot av ymsum ættum, undir 4 m/s. Turt og sólglottar og um náttina klárt. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina millum 2 og 7 stig.
Týsdagin
Eitt lot av ymsum ættum, undir 4 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt, men samdrigið og hitin millum 5 og 8 stig.
Mikudagin
Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt og fyrrapartin skýggjað, seinni sólglottar, men um náttina aftur skýggjað. Hitin millum 7 og 10 stig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt og fyrst skýggjað, men sum frá líður klárar í og sólin sær. Hitin millum 9 og 13 stig. Um náttina makar hann vindin í eitt lot av ymsum ættum, undir 4 m/s. Tur tog stundum klárt og hitin millum 5 og 8 stig.
Fríggjadagin
Eitt lot av ymsum ættum, undir 4 m/s, seinni yvirhøvur av útnyrðingi. Turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina niður í 3 til 8 stig.