Hin 1. mars í ár yvirtók fyritøkan hjá Finnleifi Fagradal á Sandi bussar og flutning, sum Sp/f Bil Sandoy hjá Karl Vidtfeldt hevur havt. Fyritøkurnar hava seinasta árið samstarvað um skúlabarnaflutningin í Sandoynni, og tær hava eisini samstarvað áður um koyring fyri eitt nú Bygdaleiðir í oynni.
- Vit hava yvirtikið ta koyring, sum Sp/f Bil Sandoy hevði og í hesum sambandi eisini tveir bussar. Nú hava vit fýra stórar bussar til umleið 50 ferðandi, harav ein hevur lyftu til koyristól. Saman við teimum smærru bussunum, eru bussarnir nú sjey í tali.
Samstundis, sum Karl Vidtfeldt hevur latið av hondum bussar og flutning, letur hann eisini Bil & Maskinverkstaðin aftur, men Effo-støðin á Sandi verður framvegis verandi opin. Væntandi er, at bilaverkstaðurin hjá Finnleifi Fagradal í Trøðum fer at hava meira at gera, nú Bil & Maskinverkstaðurin gevst við sínum tænastum.
- Vit brúka bilaverkstaðin til at viðlíkahalda okkara egnu bilar, maskinur og amboð, men vit gera eisini umvælingar og tænastur fyri viðskiftafólk, sigur Finnleif Fagradal, sum umframt busskoyring og verkstað, eisini hevur entreprenørvirksemi við grevstri og koyring.
Fagradal-fyritøkan á Sandi er ein fleksibul fyritøka, og tað er neyðugt, tá tú ert virkin á einum lutfalsliga lítlum marknaði, sum Sandoyggin er.